Halda altjóða Down syndrom dag í Føroyum

Í morgin, hósdagin 21. mars er altjóða Down Syndrom dagur. Hann verður hildin runt um í heiminum við tí endamáli at kunna um Down Syndrom.

Tað eru átta ár síðani, at dagurin varð hildin fyrstu ferð, og í fjør fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST.

Í ár eru Føroyar eisini komnar við og í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í føroyum fyri at varpa ljós á Down Syndrom her heima.

Í morgin klokkan 17 verður sostatt skipað fyri myndaframsýning á Fabrikkini hjá Østrøm í Havn og har verða eisini røður og tónleikur.

Tað verður fiól-leikarin Eyð Patursson, sum eisini hevur Down Syndrom, sum fer at spæla tvey løg saman við musikklærara sínum.

Tiltakið er alment og framsýningin er annars opin í eina viku, til 27. mars.

Fyriskipararnir heita á øll um at hava blátt lakk á neglunum 21. mars fyri at vísa, at tey stuðla degnum.

Í hesum sambandinum hava tey eisini gjørt eitt merki at seta á Facebook vangamyndir og soleiðis ber eisini til at stuðla tiltakinum.

Tað eru eini sjey milliónir fólk í heiminum við Down Syndrom.

Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men í miðal verður eitt barn føtt í Førpyum um árið við Down syndrom.

Ongin veit, hví summi børn fáa Down syndrom, men við røttum stuðuli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur.

Meiri er at finna á www.worlddownsyndromeday.org og á www.javni.fo, sum er felagið, sum varðar av fólki við Down Syndromi og teirra familjum.