Halda bátastevnu í Vestmanna

Longu í kvøld leggja tey fyri við stevnuhaldi í Vestmanna

Hetta vikuskiftið er Bátstevna í Vestmanna, og á skránni er alt frá matsølum, spælilandi, felagssangi til framførslur, dans og sigling.

 

Skráin byrjar í kvøld, tá ið tey hav spæliland, syngið við og matsølu. Síðani verður hildið fram fríggjadagin, og leygardagurin er stóri dagurin á stevnuni, tá ið bátar eitt nú sigla av Fútakletti og inn á Vestmanna.

 

Nógvar framførsllur vera á stevnuøkinum fríggjadagin og leygardagin. Millum tey, sum fara at framføra, eru Bubu, Reiley, Páll Finnur Páll, Brim, Eyðun Nolsøe og Hans Jacob og vinmenn.

 

Bátastevnan endar við dansi í stóra tjaldinum leygarkvøldið.