Halda eisini ólavsøku niðri

Tað er ikki bara í Havn, at ólavsøkan verður hildin, tí – sum siður hevur verið í mong, mong ár – verður eisini skipað fyri ólavsøkuhaldi niðri í Keypmannahavn, og tað verður í allan dag í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv.

Ólavsøkuhaldið byrjaði klokkan 13, danska tíð, við gudstænastu í Eliaskirkjuni, har Bergur Jacobsen prædikaði, og síðani verður hildið fram við fernisering í Føroyahúsinum, har Annika Hansen sýnir fram listaverk.

– Ólavsøkan er næstan, sum hon plagar at vera, og í ár verður tað Anna Maria Durhuus, leiðari á Sjúklingahotellinum, sum setur okkara ólavsøku. Og ígjøgnum dagin hava vit ymiskt til undirhalds, bæði fyri børn og vaksin, og eitt nú vísa vit kappróðurin á stórskíggja, sigur Hans Petur í Brekkunum, leiðari í Føroyahúsinum.

Nevnast kann úr skránni konsert við Guðrun Sólju Jacobsen, umframt at midnáttarsangur verður, har Ernst Sondum Dalsgarð syngur fyri og Páll Sólstein spælir klaver. Eisini verður ein ólavsøkurøða frá Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, víst á stórskíggja. Og at enda spæla Alex Bærendsen og Axel Eysturstein til dans.

– Vit halda ólavsøkuna, sum vit plaga at halda hana her niðri, og tað plagar at vera nógv fólk. Vit hava opið í tilsamans einar 13 tímar, og væntandi koma eini 600 til 800 fólk inn á gólvið ígjøgnum dagin. Nú liggur ólavsøkan eitt vikuskifti, so væl liggur fyri at halda leingi á, og tað fara vit eisini at gera, sigur Hans Petur í Brekkunum.