Nú skal ein loysn fáast á trupulleikanum, at siglingin hjá Strandferðsluni verður løgd lamin, tá ið verkfall ella verkbann eru.
Tað tvíheldur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum um á Ungdómstinginum í dag.
Tá ið næmingarnir fingu høvi at seta landsstýrisfólkunum spurningar, var tað ein tinglimur, sum vildi hava at vita, hvat hann ætlaði at gera við hetta vandamál, sum rakar bæði vinnu, ferðavinnu og áhugan at búsetast kring landið.
Johan Dahl staðfesti enn einaferð, at verður strandferðslan hótt av verkfalli, er hann sinnaður at leggja uppskot fyri Løgtingið, sum áleggur skipunum at sigla.
Kortini vísir hann á, at nú friður verður aftur á arbeiðsmarknaðinum, væntar hann, Jørgen Niclasen, sum málið um hendi, fer at taka samráðingar upp við fakfeløgini.
Men eydnast tað ikki, fer hann at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um at áleggja Strandferðsluni at sigla um tað aftur kemur hartil, at siglingin verður hótt at ósemju á arbeiðsmarknaðinum.