Halda fast um traditiónirnar

Jørgen Niclasen rystir ikki ó brókunum um greinina á heimasíðuni hjá Sea Shepherd.
- Vit hava verið fyri media-hertzi síðani fyrst í 80-unum, uttan at tað hevur havt nakra ávirkan, sigur uttanríkisráðharrin

Á síðu 8 í dagsins blað verður greitt eitt sindur frá grein, ið Sea Shepherd hevur á heimasíðu síni um grindadrápið í Klaksvík mánadagin í vikuni.
Men ikki kann sigast, at hetta fær Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharra, at liggja svøvnleysan um næturnar.
- Vit skulu bara halda fast við okkara traditiónir, tað vinna vit mest við, sigur Jørgen Niclasen.
Tað er einki nýtt, at slíkir djóraverndarfelagsskapir, sum Sea Shepherd, mest eru áhugaðir í at skriva søgurnar so tær selja, heldur enn sum sannleiksvitni.
- Teir royna at røra við kenslurnar hjá fólki, tí kenslur eru pengar. So tess meiri kensluborin fólk gerast, størri upphæddir donera tey til felagsskapirnar, sigur Jørgen Niclasen.
Uttanríkisráðharrin heldur ikki, at nýggjasta útspælið frá Sea Shepherd fær nakra ávirkan á Føroyar yvirhøvur.
- Vit hava verið úti fyri einari media-hertz síðani fyrst í 80-unum, men tað hevur hvørki gjørt til ella frá, og vit liva akkurát tað sama víðari, sum einki var hent, vísir Jørgen Niclasen á.

Nógv mótmæli
Hann sigur, at uttanríkisráðið javnan fær mótmælisskriv frá fólki, sum so ells so heita á føroyingar um at gevast við at drepa grind.
- Tá tað er upp á tað ógvusligasta fáa vit útvið 600 mótmælisskriv um vikuna frá ónøgdum fólki. Okkara politikkur á økinum er, at vit svara øllum aftur og siðiliga greiða frá støðu okkara á grindaøkinum, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at mótmælisfólkini fáa at vita, at grindadráp er ein føroysk traditión, og grindastovnurin ikki er hóttur, og at grindin verður hildin til so humant, sum tilber.
- Av øllum svarunum, sum vit senda, venda tíggju prosent aftur til okkara, og av teimum hava helvtin skift meining um grindadráp. So tað hjálpir, men tað er kortini ein tungur burður at sannføra øll, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at alt, sum verður nevnt um Føroyar, er reklama, sjálvt um slíkt sum hetta hjá Sea Shepherd ikki beinleiðis kemur undir góða reklamu.
- Tað týdningarmesta er kortini, at vit halda fast við okkara traditiónir og ikki lata okkum trýsta av fanatikarum, hvussu vælmeinandi teir annars kunna vera, sigur Jørgen Niclasen.