Halda fram at hjálpa sigoynum

Reyði Krossur arbeiðir í nógvum ymiskum londum, og hevur m.a. luttikið í einum arbeiði millum sigoynar í Serbia.
Ætlanin er at halda fram við hesum arbeiðinum fram til 2008.

- Hetta er eitt ógvuliga spennandi tiltak, sum vit her eru farin inn í, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi.
Eitt av endamálunum hjá felagsskapinum er júst at tryggja virðingina fyri menniskjum og at fremja sínámillum semju, vinalag, samstarv og varandi frið millum øll fólkasløg.
Fyri at røkka hesum endamáli hevur Reyði Krossur tikið lut í ymiskum verkætlanum, millum annað hesari í serbiska býnum Smederevo.
Tiltakið her miðar eftir at veita trygd fyri rakstrinum av einum barnagarði til sigoynara-børn, sum annars høvdu havt trupult við at sloppið inn í teir vanligu skúlarnar.
Henda ætlanin er ein av 12 líknandi ætlanum í Serbia, har danska deildin stuðlar teimum 11 og tann føroyska hesi ætlanini í Smederevo.
Tað eydnaðist haraftrat at fáa Formula.fo at verða stuðul í hesi ætlanini, og á heysti 2005 vóru umboð fyri fyritøkuna og Reyða Kross á vitjan í Serbia.
Henda avtalan var galdandi fram til 2006, men er nú ein nýggj avtala gjørt um at halda fram við hesi ætlanini í tvey ár aftrat.

Heimleys
Reyði Krossur arbeiðir tó ikki bert úti í heimi, men eisini her á landi – millum annað millum tey heimleysu og misnýtarar.
Hetta tiltakið hevur verið umrøtt í miðlunum, og lat tað upp í 2006.
- Brúkararnir hava tikið væl undir við tí. Vit hava síðani tá havt eina miðalvitjan uppá 6,5 fólk um dagin, sigur Suni Vinther.
Tað treyt ikki við sjálvbodnari hjálp at fáa tiltakið í gongd, og hevur almenningurin hevur sum heild róst hesum tiltakinum.
Suni Vinther sigur, at tey hava fingið nakað av peningaligum stuðli, men ikki nærtil nóg mikið.
Fyri at tiltakið kann ganga, eru um 10 sjálvboðin við í tiltakinum.

Fangar savnaðu inn
Eitt annað arbeiði er tað, sum gjørt hevur verið í arrestini í Havn við jólapakkum.
Hetta málið kom fram í 2004, tá umrøtt varð ætlanin at skipa fyri jólapakkum til teirra, ið komu at sita í varðhaldinum um jólini.
- Hetta tiltakið hava vit so farnu jól havt triðju ferð, og var væl tikið undir við tiltakinum, sum varð fagnað, bæði av teimum innsettu og starvsfólkunum, sigur Suni Vinther.
Fyrsta árið vórðu átta jólapakkar lætnir og í 2005 12 pakkar, meðan talið á jólum í fjør var 10.
Hinvegin so rakti tsunami-vanlukkan í Fjareystri eisini inn í fongsulsklivarnar í Jónas Broncksgøtu.
Her tóku teir átta innsettu sjálvir stig til eina innanhýsis innsavning. Upphæddin svaraði til at hvør teirra gav 100 kr. í miðal.
Sig so tað!


Formaðurin afturvaldur
Reyði Krossur Føroya hevði aðalfund sunnudagin, har millum annað nevndarval var á skránni.
Nýggja nevndin skipaði seg beint eftir aðalfundin og er henda:
Súni Vinther, formaður
Anna Dahl-Olsen, næstformaður og skrivari
Líggjas Joensen, kassameistari
Atli Godtfred, nevndarlimur
Kaja Nielsen, nevndarlimur
Varalimir eru: Per N. Persson og Mads W. Lützen