Halda fram í dag við rocki, poppi og rappi

Steelheart, Lena Anderssen, Dynamit og Swangah spæla á Summar Festivalinum í kvøld

 

Summar Festivalurin fekk óføra byrjan hóskvøldið. Nógv fólk leitaði sær á festival hetta fyrsta kvøldið, og framførslan hjá Alan Walker legði nýtt støði fyri føroyskar festivalar. Eisini vóru aðrar frálíkar konsertir við føroyskum tónleikarum.

 

Í dag heldur Summar Festivalurin fram við poppi, rocki og rappi, og skráin er sera fjølbroytt. Høvuðsnavnið í kvøld er amerkanski rockbólkurin Steelheart, sum spælir á Vágsbø kl. 21:30. Eftir teir spæla Dynamit og seinni Swangah á stóra pallinum.

 

Í Tjaldinum verður frásøgukonsert við sangum hjá Jógvani Telling, og seinni spæla Lena Anderssen og Herborg Torkilsdóttir eisini í Tjaldinum.

 

##med2##

 

Kular Røtur gera comeback við konsert á Torginum kl. 17.00, og har ber eisini til at uppliva Joe & The Shitboys, Eyðun Nolsøe og Marius DC í kvøld.

 

Fyrsta konsertin á Summar Festivalinum verður kl. 17, og tann seinasta verður klokkan 03 í nátt. Dagsbillettir fáast við dyrnar.