Hóast góðir møguleikar eru fyri parkering við flogvøllin, eru fólk, sum velja at seta bilarnar ólógliga. Tað kann so enda við at kosta teimum fleiri ferðir tað, sum tað hevði kostað, um tey settu bilarnar á eftiransaða parkeringsøkið við flogvøllin.
Parkeringsøkini við flogvøllin eru skpað ymsan hátt. Summi við tíðaravmarkaðari parkering, har ikki er neyðugt at gjalda, um ein heldur ásettu tíðirnar.
Onnur øki kunnu brúkast móti gjaldi, og har er eisini fólk, sum ansar eftir bilunum. Eitt nú, tá fólk eru uttanlands og ferðast.
Men so eru eisini øki uttan fyri góðkendu parkeringsøkini, sum ikki eru ætlað at seta bilar á, og har tað eisini er beinleiðis viðmerkt, at forboð er. Kortini eru tað fólk, sum av einihvørjari orsøk velja at seta sínar bilar júst har.
Men tey, sum gera tað, kunnu vænta at koma aftur til eina bót, sigur Regin Jespersen, sýslumaður í Vágum. Løgreglan skrivar regluliga bøtur á parkeringsplássunum við flogvøllin, sigur hann. Bæði á tíðaravmarkaðu plássunum, og sálvandi eisini har, sum beinleiðis forboð er at seta bilarnar.
Fólk, sum hava sítt dagliga yrki á flogvøllinum, kæra seg javnan um, at tað er so ringt hjá teimum at finna parkeringspláss, tá tey koma til arbeiðis. Ofta endar tað við, at tey noyðast at seta bilarnar frá sær á tíðaravmarkaðu parkeringsøkini, tí økið, sum tey annars áttu at havt atgongd til, er upptikið av fremmandum bilum. Úrslitið er mangan ein áhaldandi gongd út á parkeringsøkið at flyta bil og parkeringsskivu. Hetta fer við nógvari tíð og er sera órógvandi fyri arbeiði teirra, verður sagt.
Tað er Landsverk, sum eigur parkeringsøkini og hevur ábyrgdina av merkingini.
Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, sigur, at økini framman fyri terminalin eru merkt, sum tey skulu, og at tað so er upp til løgregluna at ansa eftir, at ásetingarnar verða hildnar.
Hann sigur, at nýggja parkeringsøkið, sum gjørt er, gevur pláss fyri fleri parkeringsbásum bæði til stutt- og langtíðarparkering.
Stutttíðarparkeringin er tveir tímar, og hon er ókeypis. Treytað av, at reglurnar verða hildnar. Langtíðarpearkeringin kostar 30,- krónur um dagin. Men so er eisini eftirlit við bilinum, meðan hann stendur á økinum.
Oyvindur Brimnes sigur, at merkingin er liðug, men enn væntar at hegnað nýggja langtíðarøkið av. Sum er, er tað bert avmarkað við betongklossum, og pengar eru í løtuni ikki tøkir til meira, sigur hann.
Um økið yvir móti hangarinum, har ætlanin er, at starvsfólkini skulu kunnu seta sínar bilar, sigur hann, at Landsverk eigur økið, men hevur latið tað til Statens Luftfartsvæsen at umsita. Tað má so vera upp til SLV og løgregluna t hava eftirlit við, hvsussu økið veður nýtt, heldur stjórin á Landsverki.
Landsverk hevur gjørt eina fyribils avtalu við eitt privat vaktarfelag um at hava eftirlit við langtíðarparkeringini. Avalan hevur riggað væl og er eisini longd. Ætlanin er endaliga at bjóða hana út nakað skjótt, sigur Oyvindur Brimnes.