Fíggjarlig útlit
Tvøroyri: Fíggjarligu útlitini á Tvøroyri eru ikki so galin.
Tað fingu tey at vita, sum høvdu leitað sær á býráðsfund á Tvøroyri í farnu viku.
Á byráðsfundinum var fíggjarætlanin fyri komandi ár til viðgerðar og tá upplýsti borgarstjórin, at útlitini vóru ikki so døpur.
Hann segði, at metingarnar hjá Toll og Skatt vísa, at inntøkan hjá Tvøroyrar kommunu av kommuskatti fer at kvinka eitt sindur uppeftir komandi ár.
Í ár verður mett at tvørafólk fara at hava tilsamans 231 milliónir í inntøku, men næsta ár metir Toll og Skatt, at inntøkan hjá tvørafólki fer a verða góðar 232 milliónir, ella eina góða millión hægri.
Sostatt hevur býráðið lagt eina fíggjarætlan fyri næsta ár, sum javnvigar við 43,5 milliónum, sum er tað, sum kommunan væntar at fáa inn í kommunuskatti komandi ár.
Býráðið heldur ikki, at tað er neyðugt at hækka kommunuskattin og hann verður sostatt aftur 22,5 % næsta ár, akkurát, sum í ár.
Hinvegin ætlar býráðið at stuðla húskum við børnum við at hækka barnafrádráttin. Í ár er barnafrádrátturin 4000 krónur um árið fyri hvørt barni, men næsta er er ætlanin at hann skal vera 4500 krónur fyri hvørt barni.
Sostatt hevur hetta býráðið miðvíst og stigvíst hækkað barnafrádráttin øll árini, tí tá ið hetta valskeiðið byrjaði, var frádrátturin 2750 krónur um árið fyri hvørt barni.
Samstundis verður mett, at við árslok 2005, er skuldin hjá kommununi komin niður á 70-80 milliónir, sum eru slakar tvær álíkningar.
Annars hevur kommunan sett eina millión av á fíggjarætlanini fyri næsta ár til at vetrarfriða Tvøroyri fyri seyð.
Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at samráðingar eru við hagarnar um endurgjald fyri mist vetrarbit, men at tær eru ikki lidnar enn.
Somuleiðis ætlar býráðið at gera ein bátahyl eystanfyri nýggju samferðsluhavnina og at fáa stuttleikabátarnar yvir hagar at liggja.
Fíggjarætlanin hjá Tvøroyrar Býráð er nú til viðgerðar í teimum ymsu býráðsnevndunum og hon skal hava eina viðgerð afturat, áðrenn hon er endaliga samtykt.