Halda høvdið kalt í øllum hitanum

Miðvallarin René S. Joensen kvígur ikki fyri, at hann og liðfelagarnir fara at verða tiknir av fótum av ágangandi heimaliðnum í Montenegro

Nú telja teir í HB av álvara niður, áðrenn fyrsta bríksl verður í Podgorica, høvuðsstaðnum í Montenegro. Fyrsta bríksl verður klokkan 19, og tað verður Andrew Davey úr Norðurírlandi, sum verður dómari.

 

HB miðvallarin René S. Joensen og liðfelagarnir eru greiðir yvir, at heimaliðið fer at leypa á frá fyrsta bríksli:

 

-Her niðri hevur verið stór misnøgd við avrikið í Føroyum og 4-0 tapið í Gundadali. Tí kann roknast við, at tað frá fyrsta bríksli í kvøld verður nógv press og trýst ímóti okkara máli. Tað eru vit fyrireikaðir til. Hitin verður væl hægri, enn vit eru vanir við at spæla í. Men vit ætla at halda høvdið kalt og at royna at spæla okkum úr fyrsta trýstinum heldur enn at sparka nógv og langt og so aftur at verða lagdir undir trýst, sigur René S. Joensen við HB facebooksíðuna.

 

Tað er ikki vandi fyri, at tað verður tikið ov lætt upp á uppgávuna, nú tit vunnu fyrra dystin 4-0?

 

-Avgjørt ikki. Vit síggja dystin í kvøld summ seinna hálvleik, eftir at vit vunnu fyrra hálvleik 4-0. Tað er møguleiki fyri øllum í fótbólti, men vit kenna okkum at vera væl fyri, allir eru tøkir, og vit eru sera fokuseraðir upp á, at tað skal eydnast at vinna okkum víðari, sigur René S. Joensen.

 

Tað ber til at síggja og hoyra samrøðuna við René S. Joensen her

 

https://www.facebook.com/havnarboltfelag/videos/1831865656995985