Halda ondini í Onglandi: Harry Kane skaddur

HM 2022: Í Onglandi vóna tey, at skaðin hjá Harry Kane ikki er álvarsamur

Liðskiparin og stóra álopsstjørnan hjá Onglandi, Harry Kane, skal nú kannast nærri, eftir at hann mátti skiftast í í 6-2 sigrinum á Iran. Hann fekk eina ófantaliga takling á fótin.

 

Úr ensku leguni verður sagt, at hann vandi innandura í gjár, men skal til eina skanning í dag, tí hann hevur pínu í fótinum. Er talan um brot í fótinum, so er vanligt at tú skal hava ein steðg upp á seks vikur. Um so er, so kemur liðskiparin ikki aftur á vøllin í hesum endaspælinum.

 

Vónin er, at talan er um eitt slag og at Harry Kane í ringasta føri má sita yvir, tá Onglandi fríggjadagin skal spæla móti USA. Harry Kane er 29 ára gamal og hevur ongantíð vunnið eitt stórt steyp.