28. apríl fær KRIS vitjan av tveimum donskum sálarfrøðingum, tá tey skipa fyri ráðstevnu um kynsligan ágang.
Talan er um Kuno Sørensen, ið arbeiðir hjá Barnabata í Danmark. Hann er sálarfrøðingur og er nógv nýttur sum viðmerkjari í Danmark, tá kynsligur ágangur móti børnum verður viðgjørdur í miðlunum.
Hin er Lars Sørensen, sum er høvuðssálarfrøðingur á Psykiatrisk Hospital Nykøbing Sjælland. Hann hevur skrivað bókina Skam, sum viðgerð ta skomm, sum mong teirra, ið hava verið misnýtt liva við. Skommin spælir ein leiklut í øllum sálarligum sjúkum, sigur hann.
Umframt teir báðar útlendsku gestirnar, fara fleiri føroyingar at hava ymiskar fyrilestrar á ráðstevnuni. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum setir ráðstevnuna, meðan Gvøðbjørg West og Beinta M. Pedersen úr Kris fara at greiða frá um arbeiðið hjá Kris.
Jógvan Philbrow, leiðari í pedagogfelagnum, og Turið Debes Hentze, advokatur, fara at greiða frá tilbúgving og almannahjálp. Umboð fyri kriminaldeildina hjá løgregluni fara at greiða frá sínum arbeiði. Katrin Kallsberg, jarðarmóðir, fer at greiða frá, hvussu kynsligur ágangur ávirkar kvinnur, ið eru við barn og eftir føðing.
Eisini fara sonevndir yvirlivarar, tey, ið eru kynsliga misnýtt, at siga sína søgu og greiða frá, hvussu tað er at liva við seinárinum.
Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 28. apríl.