Halda seg framat at loysa basaltknút

Við nýggjastu tøknini ber betur til at síggja niður gjøgnum basaltið og bjóðar WesternGeco, sumgjørdi fyrstu seismisku kanningarnar undan 1. útbjóðing, seg fram til at loysa basaltknútin. Nú er so eftir at okkurt felag setir borin í basaltið

Oljuráðstevna


Millum mongu útlendsku luttakarar á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum vóru umboð fyri fleiri altjóðan seismikkfeløg, teirra millum tveir gamlir kenningar frá føroyska landgrunninum, nevniliga Western og Geco Prakla. Hesi feløgini eru í dag eitt felag men arbeiddu hvør í sínum lag, tá farið av álvara varð undir at skjóta seismikk á landgrunninum undan 1. útbjóðing. Western stóð fyri tí stóra seismiska kanningarprojektinum miðskeiðis í 90-unum, sum hevði til endamál at rudda slóð fyri tí fyrstu útbjóðingini.

Hesaferð hevði eitt av WesternGeco umboðunum framløgu á ráðstevnuni og varð eisini eitt stórt seismiskt kort av føroysku undirgrunini lagt á gólvið í Norðurlandahúsinum. Tað eru nýggjastu tulkingarnar av einum parti av landgrunninum, har tað m.a. ber til at síggja botnin á basaltinum og somuleiðis strukturar í fláunum undir basaltinum.

Phil Schearer, sum stendur fyri marknaðarføringini av seismiskum vørum hjá WesternGeco sigur, at ráðstevnan vísti, at stórur áhugi er fyri føroyska landgruninum og er tað eisini í tráð við metingarnar hjá WesternGeco.

-Vit hava gjørt nógv arbeiði fyri oljufeløgini her og hóast fýra brunnar eru boraðir, og teir fyri tað mesta hava verið turrir, so finst kortini ein framtíð á landgrunninum. Vit vóna sjálvandi at fáa nýggjar uppgávur frá oljufeløgunum, men vit hava so eisini nakað at bjóða av seismikki sigur Phil Schearer, sum leggur dent á, at tað hevur borið til at síggja betur gjøgnum basaltið við lágfrekvensum. Felagið hevur so eisini gjørt uppskot til serstakar kanningar á havnbotninum, sum eisini kunnu vera við til at svara týðandi spurningum.

Hjá WesternGeco halda tey, at verður hildið fram við miðvísum kanningum, so kann Føroyar sum land ganga eini spennandi framtíð á møti. ?Vit vóna, at stór oljufund verða gjørd og vilja so bjóða okkum fram til at vera partur av hesi framtíð við okkara virksemi. Her verður so sanniliga nógv at gera, um oljufeløgini ynskja tað.

Phil Schearer heldur fyri, at nú brunnar bara eru boraðir í einum avmarkaðum øki við nærum teimum somu arbeiðsskráunum og playmodellunum, so fara oljufeløgini, tá tey seinni fara at bora gjøgnum basaltið at møta nýggjum og spennandi avbjóðingum. Fyrr ella seinni fer onkur at bora gjøgnum basaltið og finna fram til, hvat er undir har.