Tíðliga í morgun fekk løgreglan boð um, at innbrot hevði verið í einum matvøruhandli á Grønlandsvegnum í nátt.
Løgreglan hevur ikki rættiliga greiði á, hvat er stolið, men tey vita undir øllum umstøðum, at sigarettir og pengar eru stolnir. Løgreglan hevur eisini funnið nakrar sigarettpakkar, og eitt sindur av pengum stutt frá handlinum
Løgreglan sigur, at tey hava eina rættiliga góða hóming av, hvør tað, sum hevur brotið inn, men enn hevur tað ikki eydnast at koma á tal við viðkomandi.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at brotið verður inn í hendan handilin, tí fyri tveimum vikum síðani vóru óbodnir gestir eisini á gátt hjá handlinum
Les eisini: Innbrot á Grønlandsvegnum