Halda United krevur ov nógv fyri Di Maria

Paris Saint Germain heldur, at Manchester United eru grádigir

Nú eru bara 19 dagar til Premier League fer í gongd, og nógv frættist um spælaraflytingar.

 

Angel di Maria hevði ikki eitt væleydnað kappingarár fyri Manchester United farna kappingarár, og nú skal hann finna sær eitt nýtt felag. Manchester United fer tó ikki at selja Angel di Maria, um ikki felagið fær nóg nógvan pening fyri argentinska landsliðsspælaran, sum er framsøkin miðvallari.

 

Sambært franska blaðnum "L´equipe", so heldur franska høvuðsstaðarfelagið, Paris Saint Germain, at Manchester United eru alt ov grádigir. 

 

Mancheser United krevur 75 miljónir evrur (umleið 563 miljónir krónur) fyri Angel di Maria. Talan er um somu upphædd, sum United mátti lata fyri Angel di Maria, tá hann var keyptur frá Real Madrid fyri einum ári síðani. Paris Saint Germain hevur bjóðað eina upphædd, sum er væl lægri enn hetta. 

 

Bretska blaðið "Daily Mail" heldur seg vita, at ein sterkur álopsspælari/vongur er á veg til Manchester United. Talan er um álopsspælaran hjá FC Barcelona, Pedro, sum sambært Daily Mail gjarna vil sleppa til Manchester United.