Haldgrím Gregersen, sum í nógv ár var ein av markantu persónunum í føroyskum ítróttarlívi, er deyður 76 ára gamal. Halgrím Gregersen var í fleiri ár arbeiðsformaður á Fiskavirkinum í Gøtu, í nógv ár var hann umsjónarmaður í ítróttarhøllini á Kambsdali, men hann er ivaleyst best sum formaður í Gøtu Ítróttarfelag. Haldgrím Gergersen var við, tá GÍ var endurstovnað í 1954, og hann var í úti við 30 ár formaður í GÍ.
Haldgrím Gregeren er heiðraður við gullmerkinum hjá ÍSF, GÍ hevur gjørt hann til heiðurslim, og hann kendi tað sum serliga stórt herðaklapp, tá ið FIFA í sambandi við 100 ára føðingardagin handaði honum heiðurin Order of merit. Á gullkrónuni stendur skrivað: In recognition of your dedication to football.
Í 1958 giftist Haldgrím Hallgerð Vágsheyg úr Klaksvík. Tey bæði eiga fýra gentur.
- Haldgrím hevur havt ótrúliga stóran týdning fyri fótbóltin her í økinum. Hann var sera drúgvur sum formaður í 30 ár, hann dugdi væl at skipa fyri, og spurningur er, hvar fótbólturin í Gøtu hevði verið uttan Haldgrím, sigur Páll Gregersen, sum er formaður í Víkingi.
- Haldgrím hevur stuðlað samanlagda felagnum væl, og eg havi mangan leitað mær ráð hjá honum, síðani eg gjørdist formaður fyri Víking. Hann hevur altíð verið positivur og hjálpsamur, sigur hann.