Haldið kjakið, um okkara skúlaskipan, á einum sakligum støði!

- tí hetta er størsta tilfeingið, vit eiga í okkara samfelag, men broytingar eiga at fremjast

Fríðálvur Jensen
Fyrrverandi skúlastýrislimur

Tá eg sat sum skúlastýrislimur herfyri, kom tað rættiliga dátt við, at skúlin ikki hevði førkað seg stórvegis frá tíðini, tá eg sjálvur gekk har í seksti- og sjeytiárunum.

Eg eri púra samdur við teimum sum siga, at okkara skúli skal tillaga seg teimum krøvum og fyriskipanum, sum samfelagið setur, og tí er sanniliga neyðugt, at tað allatíðina verður hildið lív í kjakinum, so okkara unga ættarlið hevur so góðan førleika sum gjørligt – at fara víðari út í samfelagið við.

Samskifti og kunning
Tá hugsað verður um broytingingina, frá gomlu fólkaskúlalógini til ta nýggju, so er tað ongin ivi um, at ynski hevur verið, at tað skal verða eitt minni glopp ímillum heim og skúla. Við hesi broyting hevur tað alstóran týdning, at lagt verður upp til, at fáa foreldrini við í tað sum fyriferst á skúlanum, og harvið skulu vera við í arbeiðnum, sum skal fáa skúlan uppá tað støði, nútíðin setur.

Verður bólkaarbeiði og framløga undirmett?
Eg kann minnast frá míni lestrartíð á Tryggingarháskúlanum í Keypmannahavn, seint í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, at tað varð ein heilt annar frálæruháttur nýttur, sum eg má siga gav mær nógv størri førleika at arbeiða innan tryggingarøkið, tí ein lærdi ikki bara tað fakliga innan trygging og jura, men ein fekk eisini góðan førleika at arbeiða í bólki, og hetta at duga at leggja fram, sum jú hevur so alstóran týdning í nútíðarsamfelagnum. Tí seti eg mær spurningin: Verður tað gjørt ov lítið at fáa næmingin at arbeiði eftir hesum leisti, og er tað veruliga so, at vit ikki síggja týdningin av, at tað hevur so alstóran týdning – júst hetta, at vit ikki eru einstaklingar bara, men at vit øll saman fáa tað betra úrslitið? Hví seta arbeiðsplássini í lýsingarnar eftir starvsfólki: Góð samstarvsevni? Er tað ikki júst tí, at tað hevur so stóran týdning, at tann einstaki dugir at arbeiða í bólki – ella hví er tað? Tí er tað eg seti mær sjálvum og ikki minst tykkum spurningin: Eiga vit ikki í størri mun at leggja frálæruna soleiðis tilrættis, at næmingurin fær henda førleikan at fara út í samfelagið við – hetta at kunna verða betri til at arbeiða í bólki, og at duga betri at leggja síni sjónarmið fram? Tað hevur alstóran týdning, at vit fáa eitt kjak um hesi viðurskiftini, tí skúlin skal og má leggja seg eftir at liva upp til tey krøv, samfelagið setur.

Vit eiga ØLL at føla ábyrgd!
Ongin eigur ella skal føla, at hetta evnið ikki hevur nakað við seg at gera. Rætt er tað, at vit hava myndugleika á økinum, sum skal taka røttu avgerðirnar, men vit mugu øll hava eina meining um, hvussu okkara skúli skal síggja út, og hví møguligar broytingar eiga at fremjast.

Eg havi stóra virðing fyri teimum sum vilja leggja rygg til – at leggja tað besta niður í okkara børn, men vit skulu minnast til, at hesi arbeiða eftir tí leisti, sum er lagdur fyri dagin.

Vónandi, kemur gongd á sakligt kjak, og at hetta kennist viðkomandi fyri okkum ØLL!