Árni Dahl
-----
Í um leið fimmti ár havi eg fylgt við tí, sum hendir í føroyskum politikki.
Fyrr skiftu tingfólk fyri tað mesta orð um at skapa fjøldini betri kor, um hugsjónir og dreymar – um tjóðarbygging.
Nú tosa politikarar at kalla bara um hol: stór hol og smá hol, long hol og stutt hol.
Milliónirnar rulla, og nú fara milliardirnar á rull.
Í at sær komnum londum hava politikarar røtt um, hvussu framleiðast kann soleiðis, at landsins inntøkur røkka til tann tørv, ið øll samfeløg hava: skúlagongd, almannaveitingar og heilsutænastur – nú eru so barnaansing og hægri lestur komin aftrat.
Seinastu árini hevur fíggjarmálaráðið hjá okkum í tíðindskrivum fegnast um øktar inntøkur - av innflutningi.
Hvat land í heiminum kann liva av at innflyta bilar?
Vit hava pumpað milliardir í eitt vega- og tunnilskervi. Eru vit vorðin ríkari av tí? Fjølmentari? Meira sjálvbjargin?
Bardagaárini frá 1940 til 1945 mistu vit 121 sjómenn í vandasigling, og vit hava øtast um hetta.
Ráðið fyri ferðslutrygd sigur okkum um dagarnar, at nú eru fleiri enn dupult so mong - 275 fólk - deyð í ferðsluni.
Mong munnu vera um at sálast av hesum marglætismøsninum um hol og hol og aftur hol, samstundis sum somu politikarar raðfesta soleiðis, at gomul og óhjálpin liggja niðurbundin í blæu í tólv tímar ella meira, uttan at starvsfólk eru tøk at hjálpa teimum.
Hvaðan kemur hesin kenslukuldin? Hví hjálpa landsins politikarar ikki hesum fólkunum? Hví jabba teir bara um hol oman á hol?
Og hvør politikari torir at seta onnur mál á breddan:
Umstøðurnar hjá tónleikarum okkara, sjónleikarum og høvundum?
Umstøðurnar hjá mentanarstovnum sum Landsbókasavni, Landsskjalasavni, Tjóðsavni og Kringvarpi?
Umstøðurnar, sum víkja at bókaútgávu, orðabókagerð og skúlabókagerð?
Øll, sum hava nakað at hugsa við, mugu duga at síggja hetta:
Viðvíkjandi samferðslu eru vit ájavnt – helst fremri – enn allir grannar okkara.
Viðvíkjandi mentanarkorum eru vit fimmti ár - ella meira – aftari enn allir grannar okkara.
Hetta, sum politikarar nú borðreiða við, er besta uppskriftin uppá, hvussu tú drepur eina tjóð.