- Tú skalt geva tí allan armin og halda eina ordiliga rock ?n? roll ólavsøku, sigur Kári Cool, sum í annaðkvøld fer at seta sín dám á ólavsøkuna. - Tú kanst halda eini luftballón upp á tann keðiliga mátan ella eta poppkorn og candyfloss upp á tann rotna mátan, men nú kanst eisini geva tí allan armin og gera tað upp á rock ?n? roll mátan. Tað geri eg, og tað vóni eg, at fleiri fólk fara at gera, sigur Kári Cool.
Kári Cool fer í annaðkvøld at handa eina spildurnýggja heiðursløn, sum hann kallar Ársins Rock ?n? Rollara.
Hetta ger hann á stórum tiltaki í Vágsbotni, har Frændur fara at hita upp við einari live-framførslu. Tiltakið verður klokkan 22.00, og Rás2, sum skipar fyri, fer eisini at senda beinleiðis frá tiltakinum.