- Gera Nato-lond seg inn á Krim, so verður tað eitt stríð við allan Nato-felagsskapin. Tað verður triði heimsbardagi. Ein total katastrofa, sigur Dmitrij Medvedev sambært russiskum miðlum.

Haldið tykkum burtur frá Krim-hálvoynni

Fyrrverandi russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, ávarar nú av álvara Nato um at nærkast Krim-hálvoynni í Svartahavinum, sum Russland tók frá Ukraina í 2014.

 

- Gera Nato-lond seg inn á Krim, so verður tað eitt stríð við allan Nato-felagsskapin. Tað verður triði heimsbardagi. Ein total katastrofa, sigur Dmitrij Medvedev sambært russiskum miðlum.

Í dag ljóðaði, at eitt amerikanskt eftirlitsflogfar nærkaðist Krim-hálvoynni í Svartahavinum, og hetta hevur eftir øllum at døma fingið fyrrverandi russiska forsetan, Dmitrij Medvedev, at taka harðliga til orðanna mótvegis Nato. 

 

Dmitrij Medvedev er nú næst ovasti maður í russiska trygdarráðnum, og hann sigur, at ein og hvør roynd at gera seg inn á Krim verður tikin sum ein krígsavbjóðing.

 

- Gera Nato-lond seg inn á Krim, so verður tað eitt stríð við allan Nato-felagsskapin. Tað verður triði heimsbardagi. Ein total katastrofa, sum hann sambært statsriknum russiskum miðlum tekur til. 

 

Í samrøðu sigur fyrrverandi forsetin, at Krim altíð fer at hoyra til Russland. Tað var í 2014, at Russland legði Krim-hálvoynna undir seg uttan serliga mótstøðu.  

 

Talsmaðurn hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, sum kallast Dmitij Peskov, hevur áður sagt, at tað kemur slett ikki upp á tal fyri Russland yvirhøvur at umrøða ræðið yvir Krim-hálvoynni.

 

Fyrrverandi russiski forsetin hevur eisini gjørt viðmerkingar til umsóknirnar hjá Finnlandi og Svøríki um limaskap í Nato. Hann sigur, at Russland fer at seta upp Iskander-rakettskipanir við mørkini, um londini gerast limir í Nato.

 

Iskander-skipanin kann nevniliga gerast út við kjarnorkuløðingum.

 

Dmitrij Medvedev sigur seg kortini ikki vera serliga órógvaðan, um Finnland og Svøríki møguliga gerast limir í Nato, men leggur aftrat, at tá verður Baltikum ikki longur kjarnorkuvápnafrítt øki.

 

 

 

 

 

 

 

- Gera Nato-lond seg inn á Krim, so verður tað eitt stríð við allan Nato-felagsskapin. Tað verður triði heimsbardagi. Ein total katastrofa, sigur Dmitrij Medvedev sambært russiskum miðlum.