Haldor Gaardbo 60 ár

Fríggjadagin 5. septembur fyllir Haldor Gaardbo á Toftum 60 ár.

Haldor er sonur Ragnhild og Frank Gaardbo, og hann er elstur av fimm børnum. Haldor Gaardbo er giftur Marjun, fødd við Rætt, og børnini hjá teimum eru Jan, føddur í 1968, ein lítlan ónevndan drong, føddur í 1970, sum doyði sum nýføðingur, og Joan, fødd í 1972, sum doyði í 1995 bert 22 ára gomul. Abbabørnini eru fýra í tali – alt dreingir.


Til dagligt siglir Haldor sum kokkur við Høgaberg, men tá ið hann er heima, er hann ein sera virkin maður. Hann hevur serliga seinnu árini gjørt rættiliga nógv við húsini, og tað mesta hevur hann gjørt einsamallur.


Áðrenn Haldor fór at sigla, fekst hann við ymiskt annað. Millum annað høvdu Marjun og Haldor gamla Oyrahandilin í Oyrunum á Toftum, og hann var eisini maðurin aftan fyri tær kendu Protectin fiskatablettirnar.


Føðingardagurin verður hildin á Svangaskarði leygarkvøldið 13. septembur klokkan 19, har øll eru hjartaliga vælkomin.