Hálendski seglbáturin er horvin

Ein hálendingur, einsamallur í seglbáti, skuldi eftir ætlan verið komin til Grønlands úr Íslandi hin 22. august, men hóast leitað hevur verið, veit eingin, hvar maður og bátur eru.

 

Hálendski seglbáturin er ikki sæddur síðan hin 8. august í ár.

 

 

Familjan hjá manninum hevur einki hoyrt síðan hin 8. august og tað seinasta, tey vistu, var, at maðurin væntandi kom til Grønlands hin 22. august.

 

Hvørki íslendska bjargingartænastan, ei heldur Arktisk Kommando, leita longur eftir seglbátinum, og tað gera tey sambært Sermitsiaq heldur ikki í Hálandi.

 

Heitt hevur verið á fólk, skip og bátar í Grønlandi um at hava eyguni við seglbátinum, um onkur skuldi sæð okkurt, sum kundi verið báturin.

 

Leitað hevur eisini verið í íslendskum sjógvi. Bæði Grønlands Politi og Aasiaat Radio hava biðið fólk boðað frá, um tey sóu bátin.

 

Arktisk Kommando hevur leitað í Suðurgrønlandi við sjóverjuskipi, tyrlu og Challenger-flogfari, men alt uttan úrslit. Tískil er hálendski seglbáturin ikki sæddur síðan hin 8. august í Íslandi.

 

Roknað hevur verið við, at seglbáturin hevði kós móti Suðurgrønlandi, tí hetta passaði best eftir tíðini, sum einsamalli maðurin væntaði at sigla úr Íslandi til Grønlands.

 

 

 

 

 

 

 

Hálendski seglbáturin er ikki sæddur síðan hin 8. august í ár.