Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi viðvíkjandi teimum, sum sovna burtur, fyri at tit ikki skulu syrgja eins og hinir, sum ikki hava vón.
Tí at um vit trúgva tí, at Jesus er deyður og risin upp, tá skal Guð eisini somuleiðis við Jesusi leiða tey fram, sum sovnað eru burtur, saman við honum.
1.Tess 4,13-14.
Sorgartám um fjørðin hongur,Lyftir høvdið mamman aftur,
óttin bleiv til sorg og sút,barnsins eyga gløgt man sjá,
vónin ei man trívast longur,pilturin tá gerst so lættur,
sjálvt tann síðsta slóknar út.út á havið kennir trá.
Hvat man kvirran okkum vilja,Himnafaðir høgt tú lítur
larminum vit trívast við,yvir hesa neyðars tjóð,
ongantíð vit kunnu skilja,eisini tá brotið brýtur,
ógávan skal elva frið.vermir okkum andans glóð.
Sterkir kappar løgdu lunnar,Tú aleina nú kann troysta,
lívið spratt av kærleiks rót,har í sorgin rakti meint,
lagnan ikki øllum unnar,sálina so illa kroysta,
aftur stevna heimi mót.leiða aftur inn á beint.
Fiskafongur, góður verði,Teir tú tókst í bestu árum,
føroyingsins livibreyð,fjálgt inn í tín faðirfavn,
fylti okkum mangt eitt kerði,úti har á havsins bárum,
elvdi manga svára neyð.goym teir gott í Himnahavn.
Barnið trygt í móðurfangi,Teir vit aftur skulu síggja
ælist upp til rættan mann,einaferð í Himnahøll,
onkuntíð skal bíða leingi,klæddir tá í búnan nýggja,
áðrenn síðsta vónin svann.syngjandi í kóri øll.