Hans Birgir Hansen
?????????????????
Hví hava vit eina danska halgidagslóg galdandi í Føroyum, tá hendan verður brotin hvønn tann einasta sunnumorgun áðrenn kirkjutíð og halgidagar!
Hví ikki fáa landspolitikarar at endurskoða og dagføra hesa halgidagslóg ella fáa hana setta úr gildi sum skjótast, tá vit hava nýggju afturlatingarlógina!
Hví skulu vit loyva fólki at arbeiða og bakaríum, Statoil- og Shell-støðum at hava opið og fótbólt á graslíkisvøllum sunnumorgun, áðrenn fólk fara í kirkju!
Hví skulu bakarí og sølustøð fáa loyvi at bróta halgidagslóg, hví ikki fáa endurskoðað og dagført afturlatingarlógina í ólavsøkutingsetuni!
Hví koma vanligar kioskir, matvøruhandlar og krambúðir ikki undir somu treytir, tá talan er um áðurnevndu, ið máa grundarlagið undan teimum!
Hví ikki seta fólki forboð at arbeiða og spæla fótbólt sunnumorgun áðrenn kirkjutíð.
Tað er ein stak vánalig handilsmentan, vit hava í Føroyum, tá treytir ikki eru eins fyri alt handilslívið, kioskir, matvøruhandlar og krambúðir!
Tað er stak vánaligt, at brúkarar ikki finna út av at lata lív, heilsu, arbeiði, familjulív, frítíðarítriv, at fara fram vanligar yrkadagar!
Tað er ikki minst galdandi, at eingin samferðsla skal vera sunnumorgun áðrenn kirkjutíð ? hvørki bygdaleiðir, strandfaraskip ella tyrlan!
Gudstænastur verða at flyta til kl. 11.00 sunnumorgun og upplatingartíðir til kl. 13.00, tá fótbólturin kann byrja um alt landið.
So kundu vit øll fingið frið at sovið sunnumorgun uttan at verða órógvað av áðurnevndu!