HB fer ikki til Runavíkar í morgin

Hálkan ger, at seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB er útsett til mánakvøldið

Um eina viku – leygardagin klokkan 16 – er finalan um løgmanssteypið ásett at vera. Hvørjir teir báðir luttakararnir í finaluni fara at vera, verður avgjørt seinnapartin í morgin og mánakvøldið.

 

B36 og Víkingur fara klokkan 15 í morgin at kappast um annað finaluplássið. Tað verður á Tórsvølli.

 

Ætlanin var, at NSÍ og HB í morgin klokkan 15 skuldu kappast um hitt finaluplássið.

 

Nú er avgjørt, at tað verður eingin dystur í Runavík í morgin. Seinna hálvfinalan millum NSÍ og HB er útsett til mánakvøldið klokkan 18.

 

Sum myndin vísir, so er tað kavi á vøllinum í Runavík. Kommunan hevur góð amboð at rudda við, og tað er eingin trupulleiki at fáa allan kavan av vøllinum.

 

Trupulleikin er hálkan. Veðurforsøgnin sigur, at hitin seinnapartin í morgin fer at liggja um frostmarkið. Tá ið tað er so kalt, er tað ikki ráðiligt at spæla fótbólt. Tí er avgerð í dag tikin um, at dysturin verður útsettur til mánakvøldið.

 

Kuldin verður neyvan nakar trupulleiki á Tórsvølli, har tað ber til at hita vøllin, og tí verður seinna hálvfinalan millum B36 g Víking í morgin.

 

Víkingur er frá fyrsta bríksli omaná, tí Víkingur vann síðsta sunnudagin 1-0 á heimavølli.

 

NSÍ er frá fyrsta bríksli omaná, tí tað endaði 2-2 á Tórsvølli, og tá ið tað stendur á jøvnum eru mál skorað á útivølli avgerandi.