Skipað verður fyri hugnaløtu á og við ísvøllin á Vaglinum í kvøld nýgjársaftan millum klokkan 21 og 22, áðrenn bálini verða tendrað.
Tiltakið umfatar ymiskt undirhald, eitt nu fara dansigentur at framføra á vøllinum, eins og Halla - íð luttekur í skoytikappingum á høgum stigi í Danmark - fer at sýna síni kynstur fyri áskoðarunum.
Tiltakið á Vaglinum verður sent beinleiðis í nýggjársundirhaldssendingini hjá sjónvaprinum hjá Kringvarpi Føroya.
Borgarstjórin Heðin Mortensen upplýsir, at tiltakið er ein lítil byrjan til eitt størri tilboð til allar borgarar í landinum at halda nýggjár í høvuðsstaðnum, har matstovur, gistingarhús og onnur frá komandi ári verða við í einum størri tilboði um eitt hugnaligt nýggjárshald í Havnini.