Hallarnátt er útsett til september

Tiltakið Hallarnátt var ætlað at vera 27. mars 2021 í Høllini á Hálsi.

Men fyrireikararnir hava nú valt, fyri at fylgja almennu tilmælunum, at útseta tiltakið.

Føroyskir og danskir tónleikarar fara á pall, tá Hallarnátt verður.

Á pallin á Hallarnátt fara kend nøvn, nevniliga Carpark North, Janus Wiberg, Mads Langer & Malte Ebert, betri kendur sum Gulddreng.

Hallarnátt er nú útsett og verður tann 25. september 2021, og fyrireikararnir vóna, at áhoyarar framvegis eru til reiðar til eitt ógloymandi tiltak, sum teir taka til.