Hallarnátt flutt til 29. januar

Orsakað av kornufarsóttini, og har av standandi avmarkingum, fekk tiltakið Hallarnátt ongantíð veruliga fótafesti, og verður tí ikki 25.sSeptember, sum ætlað.

 

Ístaðin er Hallarnátt útsett til tann 29. januar 2022.

 

Hetta viðførir eisini nakrar broytingar í skránni, sum fyrireikararnir tó vænta ikki fer at gera tiltakið verri.

 

Tey sum hava keypt atgongumerki hava møguleika at fáa peningin aftur, ella framvegis at hava atgongumerkið til í januar. Til ber at seta seg í samband við hallarnatt(at)hallarnatt.fo.

 

Janus Wiberg og onnur fara á pall, men arbeitt verður nú við at gera eina endaliga skrá til 29. Januar 2022, siga fyrireikararnir.