Bæði føroyingaliðini í bestu svensku hondbóltsdeildini vóru í leiki í kvøld.
Rói Ellefsen á Skipagøtu, Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í Hallby iðra seg í kvøld um ein kærkomnan mistan sigur.
Tá níggju sekund vóru eftir av dystinum hjá Hallby í Jönköping móti HF Karlskrona skoraði Hampus Söderman hjá Hallby til støðuna 30-29 til Hallby. Men ólukkutíð javnaði Tobias Nordahl til javnleik 30-30 tá eitt sekund var eftir av dystinum.
Hallby er triðaftast í deildini við 11 stigum, og verður helst millum liðini sum skal spæla Play Off dystir um at sleppa undan niðurflyting. Hallby hevur átta stig upp til áttanda plássið, ið gevur rætt til at kappast í endaspælinum.
Rói skoraði tvey mál og legði upp til fýra mál í kvøld. Pætur legði upp til eitt mál.
Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof vunnu á útivølli stórsigur 37-24 á AMO í Alstermo. Í steðginum var Sävehof á odda 18-12.
Sävehof er greitt oddalið í deildini við 31 stigum. Sävehof er fimm stig frammanfyri nummar tvey, Skövde sum hevur 26 stig.
Óli skoraði sjey mál og legði upp til seks mál hjá Sävehof, og gjørdist saman við Gustaf Wedberg toppskjútti hjá Sävehof í kvøld.