Í kvøld vóru seinastu dystirnir í 2023 leiktir í bestu svensku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby leiktu á útivølli móti Malmö.
Malmö vann ein greiðan 34-27 sigur.
Tað gekk annars væl hjá Hallby í fyrr hálvleiki. Hallby var á odda 19-17 í steðginum. Men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá Hallby, ið tapti seinna hálvleik 8-17.
Rói skoraði tvey mál og legði upp til trý mál (assist). Pætur skoraði eitt mál.
Hallby er triðaftast í deildini við 10 stigum.
Sävehof uttan Óla Mittún leikti javnleik 27-27 (13-13) móti Lugi á útivølli.
Sävehof er fremst í deildini við 27 stigum fyri 16 dystir. Nummar tvey er Skövde við 25 stigum.
Óli er longu komin heim til Føroya, og vónirnar at fáa hann kláran aftur áðrenn EM-endaspælið, ið byrjar 11. januar eru ikki sørar.