Halleluja á Harley

Halleluja Sofus møtti á Summarfestivalinum við sterkari manning og motorsúkklu á palli.

Summarfestivalurin 2014 ger seg kláran til endabrak við m.a. Rock Icons.

 

Men í dag hava fleiri góðar framførslur verið, og ein sermerkt var í tjaldinum, tá Halleluja Sofus kom á pall við sera sterkari manning, ið m.a. taldi 3 blásarar.

 

 

Men hóast oyruni fingu fullan valuta frá óføra sangaranum og góðu manningini, so var tað eisini okkurt til eyguni.

 

 

Hann vil ikki bara hoyrast. Sofusi dámar væl at síggjast.

 

 

Hann kom á pall koyrandi á Harley motorsúkklu við grønari forlykt.

 

Av sonnum ein intro, sum vildi nakað, og hann sang eisini onkran sang sitandi á motorsúkkluni, ið hevði eyðkenda motorljóðið, og sum lurtarar fingu at uppliva forsterkað gjøgnum anleggið.  

 

Eitt fullsett tjald sá Sofus fara av palli koyrandi á Harley, og ein sera góð framførsla fekk virðiligan enda.

 

Í løtuni spælir Anne Linnet á stóra pallinum.