Hallfríð Djurhuus, sum í fleiri ár búði í Vestmanna, hevur seinnu árini búð í Hirtshals, har hon læt egnan handil upp síðsta heyst. Hon er ógvuliga kreativ, er á tremur við hugskotum og virkar sjálv øll tey pløgg, hon selur. Oftast ger hon bara eitt plagg av hvørjum slagi ? og í mesta lagi fýra eru eins. Portalurin hitti hHallfríð Djurhuus í lítla og snøgga handlinum í gongugøtuni í Hirtshals nakrar dagar fyri páskir.
So skjótt, tú kemur innar, sæst, at her ræður hugflog og hegni. Hallfríð dugir síni ting. Longu, meðan hon búði í Vestmanna, dámdi henni at virka klædnapløgg, og tað kom eisini fyri, at hon gjørdi ymiskar uppgávur fyri fólk.
- Eg byrjaði í smáum, áðrenn eg flutti niður, men tað eru eini trý ár, síðan eg veruliga fór í gongd.
Hallfríð hevur selt virkaði pløgg um heimasíðu sína, og her hevur hon bæði selt til føroyingar, sum búgva í Føroyum, men ikki minst til føroyingar í øðrum londum. Útlendingar hava eisini lagt til merkis, at hon hevur nakað serstakt og hava keypt umvegis heimasíðuna.
- Í september síðsta ár læt eg so handilin upp, og eg eri sera fegin um undirtøkuna. Tað hevur eisini havt stóran týdning fyri søluna, at Norrøna nú er farin at sigla til Hirtshals, og nú líka sum gleði eg meg at møta føroyingum í handlinum hvønn leygardag.
Hon sigur, at føroyingar hava verið óførir at hyggja fram við, bæði tá teir koma til Hirtshals, men eisini á heimferðini.
Hallfríð Djurhuus sigur, at hon selur rættiliga nógvar kjólar, og í vetur hevur hon eisini selt nógvar troyggjur. Annars virkar hon øll møgulig pløgg úr tógvi og toyi.
- Eg arbeiði nógv mest við damuklæðum, serliga kjólum, troyggjum, hálsaturrikløðum og øðrum, men eg geri eisini barnaklæði.
Inni í handlinum hjá Hallfríð eru eisini taskur og ymisk prýði, sum hon evnar úr ymiskum tilfari.
- Eg brúki nógv føroyskt tógv, sum eg blandi saman við útlendskum. Føroyska tógvið hevur so góðar náttúrulitir, og tá eg so blandi litað útlendskt tógv uppí, haldi eg, at pløggini gerast so litrík, frísk og vøkur. Tað er ongantíð bara føroyskt tógv í einum og sama plaggi, leggur hon aftrat.
Hallfríð sigur, at hon ger nógv burtur úr at gera tingini øðrvísi ? og heilt øðrvísi, enn fólk vanliga síggja og kunnu keypa aðrastaðni. Soleiðis brúkar hon eisini tógv og toy saman.
- Eg geri ongantíð meiri enn fýra pløgg av sama slagi, og ógvuliga ofta geri eg bara eitt plagg. Hetta ger, at tey, sum keypa mínar vørur, neyvan síggja nakran annan í sama kjóla ? ella í somu troyggju. Eg haldi, at míni viðskiftafólk eru ógvuliga glað fyri, at tað, sum tey keypa frá mær, ikki er eitt plagg, sum fleiri onnur ganga í, men at hetta er eitt plagg, sum er rættiliga unikt, sum Hallfríð Djurhuus tekur til.