HALLO - Jógvan Hansen

- Eg var bara nakrar fáar sms-atkvøður frá at vinna, so tað kundi líka væl verið eg, sum umboðaði Ísland.

Jógvan Hansen,

sum var fáar atkvøður frá at sleppa at umboða Ísland í europeiska Grand Prixnum.


Hvat heldur tú um íslendska sangin, sum skal luttaka í europeisku finaluni leygarkvøldið?

- Hera Bjørk stóð seg sera væl í hálvfinaluni týskvøldið, men har vóru kanska ikki so nógvir góðir sangir at kappast við, so hon fekk gjørt ordiliga vart við seg.


Hvussu langt kann Hera Bjørk náa í finaluni?

- Sangurin hjá henni er ein góður Eurovision-sangur, men eg ivist í, um hon megnar at vinna. Kanska hon verður í topp 10.


Hvør fer so at vinna?

- Eg rokni við, at Danmark fer at vinna. Tey hava í øllum førum ein sera góðan poppsang við í kappingini hesaferð.


Er tú keddur av, at tú ikki ert við í finaluni í Oslo?

- Ja, hvat heldur tú sjálvur? Eg var bara nakrar fáar sms-atkvøður frá at vinna, so tað kundi líka væl verið eg, sum umboðaði Ísland. Men eg eri glaður fyri, at eg stóð meg so væl, og kanska kann eg royna aftur eina aðru ferð.