Føroyski landsliðsmiðvallarin tryggjaði Víkingi løgmanssteypið í 2014, tá hann skoraði einasta málið í finaluni móti HB.
Brot úr steypablaðnum um Løgmansfinaluna í Sosialinum 19. september
Hvussu minnist tú málið í 2014 finaluni?
Eg minnist tað heilt erliga ikki serliga væl, tí tað hendi so skjótt. Eg minnist bara, at eg hugsaði eg mátti renna til fremru stong, tí Bárður J. Hansen hevði givð fleiri innlrgg til mín við fremru stong, so tók eg kjansin. Eg minnist serliga jubilin av málinum, tí eg spurtaði bara avstað fyri at jubla og fekk Sølvi Vatnhamar ikki fatur á mær, so hevði eg nokk runnið enn.
Hvar liggur gullheiðursmerkið frá 2014?
Heiðursmerkið og dagsins spælara steypið liggur heima í kamarinum. Tað verður nokk tikið fram aftur, tá eg fari at reypa fyri abbabørnunum.
FM1 hevur upptakt frá klokkan 17. Sjálv finalan byrjar klokkan 20. FM1 hevur eisini 3. Hálvleik aftaná.