Tað hevur leingi ljóðað, at Hallur Hansson er á veg til KÍ. Á seinasta degnum av flytingarvindeyganum boðaði Magne Hoseth frá, at liðskiparin á landsliðnum hevði fingið eitt tilboð um at endurvenja eftir drúgva knæskaðan við KÍ.
Í dag boðar KÍ frá, at miðvallarin hevur gjørt sáttmála við meistararnar úr KÍ. Sum skilst, so er ein møguleiki fyri at hann spælir í summar, tá KÍ skal spæla í Champions League.
- Eftir nógv ár í útlegd, kemur Hallur Hansson aftur til klettarnar. Hallur hevur skrivað undir sáttmála við KÍ, ið er galdandi til og við 2025. Hallur Hansson hevur í nógv ár, verið ímyndin á føroyska landsliðnum. Í føroyskum høpið, hevur Hallur umboðað HB og Víking. Uttanlanda hevur hann spælt við Aberdeen, Aab, Horsens, Vendsyssel, Vejle og KR Reykjavík, skrivar KÍ.
Sáttmálin er galdandi fyri trý ár.