Hallur: Heimligt í Hetlandi

Hallur Joensen vitjar í hesum døgum fyri sættu ferð í Hetlandi. Vitjaninar í Hetlandi eru blivnar afturvendandi, og Halli dámar sera væl at spæla fyri hetlendingum.

– Tað er hugaligt at vitja í Hetlandi. Nú hava vit verið her so ofta, at tað kennist heimligt, og vit kenna fólk aftur. Eg plagi at siga við hetlendingar, at hetta er mítt annað heim, sigur Hallur Joensen. 

Hann skal spæla tríggjar konsertir– tvær í Lerwick og eins í Skeld. Gittarspælarin Beddi Hansen er við Halli, og afturat sær hava teir bólkin hjá Brian Nicholsen, sum eigur musikkhandilin í Lerwick.

– Hetlendingum dámar væl traditionellan countrytónleik, og tað passar mær sera væl. So kann eg spæla teir gomlu sangirnar hjá Hank Williams og øðrum. Eg spæli eisini onkrar føroyskar sangir, og á tann hátt fái eg umboða Føroyar her eisini. Hvørjaferð eg eri her, siga hetlendingar, at teir sakna Norrønu.

Fyrradagin sang Hallur Joensen í einari kirkju, og hann fer eisini at spæla á sjúkrahúsi.

– Vit plaga at spæla ymsastaðni, meðan vit eru her. Fríggjadagin fari eg at spæla fyri dialysupatientum á sjúkrahúsinum, og ivaleyst verður onkur onnur spontan framførsla eisini, sigur Hallur Joensen.