Hallur heldur helst fram í AaB

Tað er nógv, sum bendir á, at Hallur Hansson heldur fram í danska Superliga felagnum. Sum skilst, so eru tað bara nakrir smálutir, sum skulu upp á pláss.

 

Hallur Hansson hevur seinasta hálva árið spælt við AaB. Hann hevur millum annað fingið ein dyst í Superliguni frá byrjan, tá AaB tapti greitt fyri FCK í Parkini. Hann er somuleiðis komin inn fleiri ferðir.

 

Fyribils var talan um ein leigusáttmála fyri restina av árinum. Hann er nú aftur leikari hjá HB, men sum skilst, so eru partarnir komnir nakað ávegis við samráðingum um eitt endaligt skifti.

 

Hallur Hansson hevur eisini roynt seg í skotskum fótbólti, tá hann spældi við Aberdeen. Har fekk hann eisini ein dyst í skotsku Premier League. Hann kom aftur til HB í fjør. Í ár var hann eisini valdur til ársins miðvallara.

 

Mynd: (www.uefa.com) Hallur Hansson hevur fult tamarhald á Mesut Ozil í landsdystinum móti Týsklandi í Hannover.