Hallur Joensen fær hjálp frá heimsstjørnum

Umframt at hava vitjað oyggjarnar í Føroyum, hava Nashville tónleikararnir eisini givið sær stundir til at spæla saman við Halli Joensen. Teir vóru við Halli í upptøkuhølinum í tveir dagar, har teir megnaðu at spæla og taka upp øll løgini, sum verða at hoyra á nýggju fløguni hjá honum.

 

-Teir nýttu tveir dagar um tað, sum vit annars nýta í øllum førum 14 dagar til at gera. Hetta sigur eitt sindur um evnini hjá hesum monnunum, sigur Petur Háberg Jacobsen.

 

Nýggja fløgan hjá Halli verður eftir øllum at døma nakað øðrvísi, enn tað vit áður hava hoyrt frá countrykonginum, tí hesaferð verða tað í høvuðsheitunum hansara egnu løg, sum verða á fløguni.

 

-Nashville tónleikararnir dáma ógvuliga væl nýggju løgini hjá Halli Joensen, og teir hava allir sagt, at Hallur minnir nógv um Hank Williams, heimskenda countrytónleikaran, sigur Petur Háberg Jacobsen.

 

Upprunaliga var ætlanin, at bert ein konsert skuldi verða í morgin, men stóra undirtøkan hevur ført við sær, at enn ein konsert verður við heimsstjørnunum.

 

-Fyrra konsertin var skjótt útseld, og tískil hava vit valt, at skipa fyri enn einari konsert, og bara í gjár seldu vit yvir 400 atgongumerki, sigur Petur Háberg Jacobsen, fyrireikari.

 

Eykakonsertin verður kl. 18.00 í Høllini á Hálsi, og eftir báðar framførslurnar verður dansur á skránni við millum øðrum Halli Joensen, og har ber til at keypa atgongumerki við dyrnar.