Bæði Hallur Hansson og Gilli Sørensen, sum er til royndarvenjingar í AaB, vóru á vøllinum móti Silkeborg, ið hevði Ára Mohr Jónsson og Christian Lamhauge Holst á liðnum.
AaB spældi í dag seinasta venjingardystin undan nýggja kappingrárinum, sum byrjar við Europa League dysti móti Dila Gori. AaB vann dystin 1-0 við málið, ið Søren Frederiksen skoraði stutt inn í seinna hálvleiki.
Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin fyri Silkeborg, meðan Christian Lamhauge Holst spældi seinastu 35 minuttirirnr. Hallur Hansson og Gilli Sørensen komu inn seinastu tjúgu minuttirnar.