Í dag varð ein góður føroyskur dagur í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson varð eyðsýndur, tá Vendsyssel FF á heimavølli tók ímóti FC Vestsjælland í dag. Hallur og liðfelagarnir vunnu ein tryggan 4-2 sigur, aftaná at hava verið á odda heili 4-0 tíðliga í seinna hálvleiki.
Vendsyssel fekk eina dreymabyrjan longu tá tríggir minuttir vóru farnir við einum sjálvmáli. Mads Greve økti til 2-0, tá ein hálvur tími varð spældur. Tíðliga í seinna hálvleiki gjørdi Hallur Hansson veruliga vart við seg. Í 47. minutti spældi Christian Overby Hall Hansson leysan í brotsteiginum hjá FC Vestsjælland, sum ikki sveik álitið, men setti bóltin trygt í netið til 3-0. Fimm minuttir seinni vann Hallur Hansson eitt brotsspark fyri Vendsyssel við einari góðari Michael Laudrup fintu. Buster Munk setti brotssparkið trygt í netið til 4-0. FC Vestsjælland slapp at pynta um við tveimum málum tað, sum eftir var av dystinum.
Vendsyssel er nummar tvey í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 13 stigum, bert eitt stig aftanfyri Fredericia, sum er nýggja felagið hjá Rógva Baldvinsson. Fredericia vann 2-0 á útivølli í Næstved í dag. Rógvi var ikki við í hópinum hjá Fredericia.
Jóan Símun Edmundsson vann saman við liðfeløgunum í Vejle ein góðan 2-1 útisigur í Roskilde. Ein verjuspælari hjá Roskilde framdi eina grova takling ímóti Jóan Símuni seint í fyrra hálvleiki, men tíbetur kundi Jóan Símun fullføra dystin, og var ikki skiftur út fyrrenn í 91. minutti.
Vejle er nummar fýra í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 11 stigum.