Hallur og KR taptu greitt fyri verandi meistarunum

KR misti í stríðnum um annað plássið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Tað gjørdist ikki talan um eitt gott kvøld hjá Halli Hansson og liðfeløgunum í KR, ið tóku móti verandi meistaraliðnum, Víkingi á heimavølli í kvøld.

 

Víkingur vann greiðan 3-0 sigur á KR, og er nú á øðrum plássi í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 22 stigum. KR er nummar seks við 16 stigum. Breiðablik er greitt oddalið í deildini við 30 stigum. 

 

Skothagtølini vóru næstan jøvn, men teir hjá Víkingi høvdu munin, tá tað ráddi um at raka málið hjá mótstøðuliðnum. 

 

KR 0 - 3 Víkingur R.

 

 0-1 Nikolaj Hansen ('30, br.)

 

 0-2 Pablo Punyed ('64)

 

 0-3 Halldór Smári Sigurðsson ('81)

 

Hallur Hansson og liðfelagarnir gera nú klárt at ferðast til Stettin í Pólandi, har teir komandi hósdag klokkan 17 skulu spæla móti Pogon Stettin í undankappingini í Europa Conference League. Pogon eru greiðir favorittar til at vinna dystin.