Um átta dagar spæla føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens fyrsta dystin í donsku superliguni í hesum kalendaraárinum, tá teir leygardagin 18. februar klokkan 15 vitja Silkeborg á útivølli.
Tíðliga í dag spældi AC Horsens sín seinasta venjingardyst ímóti felagnum hjá Teit Jacobsen, SønderjyskE. Hallur Hansson spældi allan dystin, sum SønderjyskE vann 3-2. Í steðginum var SønderjyskE á odda 3-1. Einki frættist um spælitíð til Teit Jacobsen.
Lokala blaðið í Horsens, Horsens Folkeblad gevur ilt av sær um serliga avrikið hjá AC Horsens í fyrra hálvleiki, har spælið hjá teimum gulu hekk stak illa saman. Horsens Folkeblad heldur tó, at AC Horsens vísti seg frá einari frægari síðu í seinna hálvleiki.
Hallur Hansson spældi á sentrala miðvøllinum í dag, og sambært Horsens Folkeblad gekk tað ikki serliga væl hjá Halli í venjingardystinum í dag.
- Teir fyrstu 45 minuttirnir vístu, at spæla vit sum dreingir, so tapa vit ímóti øllum, staðfesti høvuðsvenjarin hjá AC Horsens, Bo Henriksen aftaná dystin.
AC Horsens-SønderjyskE (venjingardystur) 2-3 (1-3) : 0-1 Marco Mitrovic (10.), 1-1 Kjartan Finnbogason (12.), 1-2 Marco Mitrovic 37.), 1-3 Marco Mitrovic (38.), 2-3 Frederik Møller (52.)