Hendan seinasta mánaðin hevur verið HM endaspæl í hondbólti. Dystirnir hava verið spældir í bæði Danmark og Týsklandi, og síðstu dystirnir vóru spældir sunnudagin. Bæði bronsudysturin og finalan vóru í Herning. Dystin um 3. plássið vann Frakland ímóti Týsklandi, meðan Danmark vann fyrsta heimsmeistaraheitið í søgu landsins. Hetta var gjørt í stórum stíli, við greiðum sigri á norðmonnum.
Hallur Danielsen er rættiliga virkin innan hondbólt og ger nógv fyri ítróttargreinina her í Føroyum. Hann starvast hjá HSF, og umframt hetta venur hann eisini kvinnuliðið hjá H71.
– Eg havi sæð toluliga nógvar dystir, og eg haldi samanlagt, at HM hevur verið undirhaldandi og gott, sigur Hallur Danielsen, tá vit spyrja, hvat hann helt um HM endaspælið.
Var nakað lið, ið kláraði seg betur, enn tú hevði væntað?
– Eg var ovfarin av, hvussu samførandi Danmark var, og eg væntaði ikki, at teir fóru at vinna allar dystirnar so greitt, sigur hann.
Spurdur um nakað lið var, ið var verri enn hann hevði vantað, svarar hann:
– Altso tað var sera óvæntað, at Kili vann so greitt á Eysturríki, men annars er HM ein kapping har tey flestu liðini gera nøkulunda tað, sum roknast kann við. Eg hevði væntað mær meira av Fraklandi í hálvfinaluni móti Danmark, men annars hava úrslitini háttað seg nøkulunda sum væntað, sigur hann.
Hvør var besti leikari í HM endaspælinum?
– Mikkel Hansen var í serflokki og besti leikari í kappingini, serliga í teimum avgerandi dystunum vísti hann sínar dygdir, sigur Hallur Danielsen og leggur afturat:
– Eg fari at minnast HM fyri, at Danmark vann sannførandi. Eisini fari eg at minnast HM fyri, at nógvir ungir leikarar, sum vit fara at síggja nógv meira til tey næstu árini, trakkaðu inn á pallin.