Hallur Thorsteinsson: Hetta er nakað heilt serligt

Ein av føroysku landsliðs­leik­arunum, Hallur Thorsteinsson, metir, at HM-kapp­ingin er nakað heilt serligt í mun til aðrar kappingar

Tróndur Arge

21 ára gamli lands­liðs­leik­arin, Hallur Thorsteins­son, sum er ein av teimum royndu í før­oysk­um borð­tennis og í ár vann silvur í FM-kapp­ing­ini, gleðir seg nógv til at lut­taka í HM á triðja sinni.
– Tað er nakað heilt ser­ligt. HM er tað størsta ein kann vera við til sum borð­tennisleikari, og tað merkir tú eisini á atmos­fer­ini inni í høllini. Allir leik­arar eru í toppformi og áskoð­ararnir gera so sann­iliga eisini sítt til, at støðið verður lyft upp. Tað er eisini nakað heilt serligt at sleppa at síggja teir allarbestu á venj­ingar­borðunum bara nakrar fáar metrar frá tær. Ein lærir nógv av at eygleiða teir, sigur Hallur.
Hann hevur saman við restini av landsliðnum fyrireikað seg so væl sum til­ber.
– Vit hava fyrireikað okk­um stórt sæð alt kapp­ingarárið við miðvísari venjing. Vit hava eisini lut­tikið í kapping niðri í Dan­mark fyri at fáa dystar­venjing, sum oftani er trupul at fáa her heima. Í apríl mánaði vóru vit eis­ini í Rumenia, har vit fingu sera harða venjing og nógvar góðar dystir. Dystar­venjingin er tann, sum er mest umráðandi undan eini slíkari kapping, vísir Hallur á.
Hann er tó lítillátin og vil ikki miðja eftir einari sensatión í HM.
– Vit føroyingarnarir hava onga heims­styrkis­lista­­plasering, so vit koma at møta tveimum í bólka­spæl­inum, sum helst eru væl sterkari enn vit. At spæla seg víðari er tí held­ur órealistiskt, men vit fara í øllum førum at geva alt vit kunnu, og vónandi fáa eitt gott úrslit og ein sigur kanska, sigur Hallur Thorsteinsson at enda.
[email protected]