Hallur vann við einum sekundi

Tað var spenningur í rennikappingini Kerjarenning, sum Hvirlan skipaði fyri í gjár.

Hvirlan, annað av ítróttarfeløgunum fyri frælsan ítrótt í høvuðsstaðnum, skipaði í gjár fyri rennikappingini Kerjarenning. Runnir vórðu teinar áljóðandi 1,5km, 5,5km og 10,5km og var hetta samstundis 2. teinurin í ársins TF-vetrarkapping.


Í opnum bólki hjá monnum var kappingin hørð, har Hallur Holm, Sam Vang, Jan Elmar Sørensen, Henry Olsen og danin Martin Gravesen vóru í tøttum dysti. Endin var, at veteranurin Hallur Holm vann við bara einum sekundi frammanfyri Jan Elmari Sørensen. Sam Vang gjørdist nummar trý.


Opna bólkin hjá kvinnum vann Rigmor N. Arge í yvirlegnum stíli. Hon var næstan ein minutt frammanfyri Beintu H. Joensen, sum endaði á øðrum plássi frammanfyri Birnu Mohr Joensen.


Næsti teinur í TF-vetrarkappingini verður 6. desembur á Argjum.


Fullfíggjaður úrslitalisti sæst HER og myndir frá renningini síggjast HER.