Og hevði eg bert havt hesa einu lýsingina at halda meg til, so hevði eg bara nikkað og verið púra samd við Jóhan Mortensen. Hvat er hetta fyri ein ferð?
Hvat skal tann, sum sær lýsingina hugsa? »Ja! Lat okkum fara niður at fortelja hasum h....... týskarunum, hvat abbar teirra gjørdu móti okkara abbum!« - kanska?
Møguliga lesi eg lýsingina skeivt, og kanska ger Jóhan tað við. Men ein onnur lýsing var eisini í bløðunum. Eisini við týskarum kontra føroyingum.
Og hon var frá Restorffs, har Jóhan Mortensen forrestin er nevndarlimur. Her var als onki at lesa skeivt. Í hesi lýsingini vóru týskarar nakrir helvitis fanar, sum ikki bara hava dripið jødar, men sum oman á halda seg kunna fortelja okkum, at vit ikki skulu drepa grind.
Jamen álvara! Restorffs roynir at selja sínar vørur við yvirskriftini »Grindadráp, Hitler og finningar-plattur« - og síðani at siga, at tað er nógv fyri, at týskarar skulu briksla okkum grindadráp, tí - og eg siteri - »vit hava ikki gloymt teirra Auschwitz og Dachau«!!
Tað, at Nazi-Týskland í 40- árunum gjørdi ræðuligar gerningar, skal blakast í høvdið á teimum týskarum, sum í 2002 hava eina aðra meining enn Restorffs um grindadráp.
Eg veit ikki hvønn eg skal halda lýsingin er mest fanansaktig við. Týskarar, sum ikki eiga at siga sína hugsan um nakað, tí Auschwitz eina ferð var til - ella jødar, sum verða síðustillaðir við grindahvalir. Millum 1 og 5 milliónir jødar lótu lív undir øðrum heimsbardaga. Hvussu nógvar hvalir gevur tað okkum rætt til at drepa?
Eg havi leitað eftir tí skemtiliga í lýsingini, men eg finni tað ikki.
Kanska átti eg at umsett hana til týskt og sent nøkrum týskarum í ES-parlamentinum hana. Bara fyri at vita, um teir halda hana vera stuttliga.
Eg havi eitt uppskot til eina uppfylgjandi lýsing. Í staðin fyri at lata tólv kassar av øli til tann, sum finnur fyrstu grindina í ár, ein finningarplatt, kundu teir latið kassarnar til hann, ið kláraði at rista vakrastu jødastjørnuna í hvøljuna á hvali.
Soleiðis fyri at minna okkum á, hvussu tingini hanga saman.
Men kanska langar Jóhan Mortensen nevan í nevndarborðið áðrenn. Um ikki annað so fyri at steðga afturgongdini í søluni hjá Restorffs.