Í kvøld sigur ísraelski herurin (IDF), at teirra herdeildir hava kringsett Gazabý.
IDF sigur eisini, at Hamas-hermenn gera sonevnd "hit-and-run" álop á ísraelsku hermenninar.
- Teir koma út úr tunnilsopum, húsum og íbúðum, skjóta móti okkum, og so hvørva teir aftur.
Reuters sigur, at tíðindini um framferðarháttin hjá Hamas eru ikki váttað av óheftum keldum.
Sambært AFP, sigur ein talsmaður fyri vápnaðu deildirnar hjá Hamas, Abu Obeida, soleiðis í einum ljóðboðum:
- Gaza verður eitt forbannilsi fyri Ísrael, og ísraelsku hermenninir fara at koma heimaftur í líkposum.
Sambært ísraelska herinum hava tilsamans 20 ísraelskir hermenn higartil latið lív í Gaza síðan innrásina.
- Tveir av hesum lótu lív í dag, verður lagt aftrat.
Sagt verður, at óvist er, hvussu nógvar hermenn Hamas hevur mist síðan ísraelsku innrásina í Gazageiran.