Har skulu teir tingast um møguleikarnar fyri eini palestinskari eindarstjórn, sigur palestinski sendiharrin í Russlandi, Abdel Hafiz Nofal, sambært russisku tíðindastovuni Ria.
Teir skulu eisini tingast um endurbygging av Gaza.
Hamas hevur stjórnarvaldið í Gaza, meðan Fatah leir palestinska sjálvstýri á Vestara Áarbakka.
Russiski varauttanríkisráðharrin, Mikhaeil Bogdanov, váttaði sambært Ria, at fundurin verður.
Kreml upplýsir, at forseti Russlands, Vladimir Putin, ikki fer at hitta palestinsku umboðini.
/ritzau/Reuters