Hamas sendir rakettir móti Tel Aviv

- Vit fremja nú okkara lyfti við at skjóta 130 rakettir móti Tel Aviv og økinum nærindis, siga umboð fyri Hamas.

 

 

 

Bardagin millum Hamas í Gaza, sum sendir rakettir inn í Ísrael og ísraelsk flogfør, sum svara aftur úr luftini, heldur fram, og í kvøld skriva fleiri útlendskir miðlar, at Hamas eisini sendir rakettir inn í Tel Aviv, har eitt fólk higartil skal hava látið lív.

 

Sambært miðlum er ein bussur í ísraelska býnum Holon, sum liggur sunnan fyri Tel Aviv, raktur av einari rakett, soleiðis sum myndin oman fyri vísir. Ísraelskir myndugleikar vátta, at bussurin er raktur.

 

Miðlarnir vita eisini at siga, at ísraelsk flogfør hava rakt ein íbúðarblokk í 13 hæddum í Gasa, men at fólk vóru biðin um at fara úr bygninginum fyri álopið.

 

Í dag kunngjørdi Hamas, at tey fóru at senda rakettir móti Tel Aviv, og her hevur ísraelska rakettverjan roynt at skotið rakettirnar úr Gaza niður so hvørt, sum tær eru komnar. Sambært miðlunum sigur Hamas, at tey fyrr í kvøld skutu nógvar rakettir móti Tel Aviv.

 

- Vit fremja nú okkara lyfti við at skjóta 130 rakettir móti Tel Aviv og økinum nærindis. Hetta gera vit sum hevnd fyri, at Ísrael - ella fíggindin, sum tey rópa Ísrael - leypir á íbúðarblokkar hjá okkum.

 

Ísraelska ávísin Times of Israel skrivar, at í minsta lagi seks fólk vórðu rakt, tá rakettir í dag raktu Holon. Millum tey særdu er ein 5-ára gomul genta, men sambært miðlunum kom eingin álvarsliga til skaða, tá bussurin varð raktur. 

 

Israelsk Channel 12 visti tíðliga í kvøld at siga, at eitt fólk skal hava látið lív í Tel Aviv-økinum av rakettálopunum úr Gaza. Álopini, sum Ísrael hevur framt á Gasa, hava higartil eisini kostað fleiri mannalív.