Sambært NBC vil Hamas nú leyslata gíslarnar beinanvegin, um Ísrael gevst við bumbingini av Gaza.
- Millum 200 og 250 ísraelar og onnur vera hildin sum gíslar av Hamas. Hesi hava sitið í fangilsi, síðan Hamas leyp á Ísrael hin 7. oktober, skrivar tíðindastovan.
Útlendskir miðlar skriva, at boðini frá Hamas komu stutt eftir deyðiliga ísraelska álopið á al-Ahli Arab-sjúkrahúsið í Gazageiranum.
Sambært heilsumyndugleikunum í Gaza hava í minsta lagi 500 fólk latið lív í álopinum.
ES-forsetin, Charles Michel, segði á tíðindafundi í kvøld, at tað stríðir ímóti fólkarættinum at leypa á sjúkrahús.
- Vit fingu upplýsingarnar um álopið, meðan vit hildu fund á netinum. Tað sær út til at vera váttað.
Charles Michel leggur aftrat, at eitt álop á sivilt undirstøðukervi er ikki í samsvar við altjóða lóg og er tískil í stríð við fólkarættin.